Nógv grønlendsk børn hoyra illa

- Neyðugt er at seta í verk eina veruliga hoyriskrá í Grønlandi, sigur professari á oyra-næsa-háls deildini á Universitetssjúkrahúsinum á Sælandi, Preben Homøe.

- Tað er neyðugt at seta í verk eina veruliga hoyriskrá í Grønlandi.

 

Tað sigur professari á oyra-næsa-háls deildini á Universitetssjúkrahúsinum á Sælandi, Preben Homøe, sum í fleiri ár og í tøttum samstarvi við starvsfelagan, Ramon G. Jensen, hevur arbeitt oyraígerðarsjúkum í Grønlandi.

 

Heimsheilsustovnurin WHO hevur staðfest, at kroniskur millumoyrabruni á fýra prosent ella meira millum børn og ung er ein samfelagstrupulleiki, sum krevur uppmerksemi og átøk.

 

Gjøgnum mong ár er staðfest, at 14 prosent av børnum og ungum í Grønlandi antin hava ella hava havt kroniskan millumoyrabruna.

 

Hoyriroyndir vísa á, at eini 20 prosent - ella fimmti hvør - skúlanæmingur hevur niðursetta hoyrn, og at hetta helst hevur neyvt tilknýti til millumoyrabruna, sum antin er ella hevur verið.

 

Professarin, Preben Homøe, sigur, at hoyritrupulleikar eru rættiliga vanligir millum børn og ung í Grønlandi.

 

- Ofta byrjar trupulleikin tíðliga, og ofta endar tað við, at børn og ung fáa kronisk hol í ljóðhinnuna, eins og oyrabeinini verða oyðiløgd orsakað av ígerðum og bruna.

 

Preben Homøe sigur við www.sermitsiaq.ag, at samstarv er tikið upp millum danska heilsustýrið og grønlendska heilsumálaráðið.

 

- Endamálið er at finna út av, um grønlendsk smábørn við nevndu trupulleikum møguliga skulu hava dren lagt í oyruni sum verju ímóti avleiðingum av ígerð og millumoyrabruna, sigur professarin.