Nógv gott fólk er á veg

Fleiri evnaríkir leikarar eru á veg í kvinnuhondbóltinum hjá VÍF, sum vónandi gongur einari góðari framtíð í møti

Jacklyn Djurhuus er ein av teimum leikarum, sum ivaleyst fer at gera nógv um seg í framtíðini.

Hon hevur longu spælt í bestu kvinnudeildini í 2 ár, og man ivaleyst teljast millum evnaríkastu leikararnar, sum í løtuni eru á veg upp í kvinnuhondbóltinum.

Sjálv heldur hon fyri, at vónirnar til árið í ár eru eitt sindur blandaðar. Sjálvar hava tær gott tilfar at byggja á, men við tað at fleiri av hinum liðunum hava styrkt seg, fer tað ivaleyst at gerast truplari hjá VÍF at gera um seg.

Hetta fær hana tó ikki til at falla í fátt, og sigur hon at tær í øllum førum ætla sær at betra um 5. plássið, sum tær fingu í kappingini seinasta ár.

Ein trupulleiki kann tó verða, at vit eins og seinasta ár ikki verða nóg støðugar í okkara spælið, heldur hon, men hetta er í hvussu so er nakað, sum tað ber til at betra um, og kanska kemur hetta longu í ár.


Ungt fólk á veg

Jacklyn sigur harumframt, at tær ikki hava tað stóru tilgongdina av leikarum í ár, men væntar hon, at góða ungdómsarbeiði í felagnum fer at kasta av sær um stutta tíð.

Í løtuni er onkur heilt góður árgangur á veg, og spennandi verður at síggja, um hetta kann verða við til at styrkja liðið eina ferð í framtíðini.

Sum er eru vit tó kortini noyddar til at halda fast um okkara støðu, soleiðis at nýggju leikararnir hava eitt gott lið at koma á, tá tað einaferð gerst teirra túrur.

Sjálv man Jacklyn tó fara at teljast millum stuðlarnar í VÍF liðnum væl inn í komandi øld, so tær ungu vestmannagenturnar, sum komandi árini fara at koma upp til vaksnamannadeildirnar kunnu ivaleyst rokna við, at talan framvegis verður um fyrstadeildarhondbólt til ta tíð.