Seinastu tvær vikurnar hava tey, sum hava gingið í 9. flokki, verið í arbeiði hjá Kvívíkar kommunu, og her hava tey fingið nógv frá hondini.
Tey ungu hava hjálpt til við ymiskum fríðkingararbeiði í kommununi. Tey hava málað og lúkað, og tey hava eisini arbeitt uttan fyri dagstovnin Áarlon.
- Tey hava verið røsk og hava gjørt eitt væla arbeiði, og tað er einki at ivast í, at nógv gott er í væntu av ungdóminum, siga tey í Kvívíkar kommunu.