Bilførarar í morgunferðsluni í Havn gløddu eitt sindur við, tá ið teir fríggjamorgunin sóu ikki færri enn seks løgreglufólk standa við ferðsluljósini á vegamótinum Bøkjarabrekka/R. C. Effersøesgøta. Løgreglufólkini kannaðu fyrst og fremst, um bilførararnir nýttu trygdarbeltið, og tað vóru tað nógvir, ið ikki gjørdu.
Yvir 100 bøtur tilsamans
Hósdagin var kanning gjørd á Hvítanesvegnum, og tá vóru ikki færri enn 68 bilførarar skrivaðir upp fyri ymisk lógarbrot. Í flestu førunum var talan um, at trygdarbeltið ikki var nýtt.
Kristina Christiansen, vakthavandi á politistøðini, sigur, at hósmorgunin vóru 17 bilførarar tiknir í átakinum við Bøkjarabrekku fyri at koyra við ongum trygdarbelti. Seinni hósmorgunin var eitt líknandi átak gjørt Havnagøtu, kanska betur kend sum Røntgan, og tá vóru eisini 17 bilførarar tiknir fyri at koyra uttan trygdarbelti.
Hinvegin vísir tað seg, at bilarnir sum heild eru í rættuliga góðum standi, og allir bilarnir tykjast hava lyktirnar í lagi, sigur Kristina Christiansen.
Átakið hjá ferðsluløgregluni heldur fram alla næstu viku við. Katrina Christiansen sigur, at sum heild kann sigast, at tað sær gott út í ferðsluni. Trupulleikin við bilførarum, sum tosa í fartelefon, meðan teir koyra bil, er minkandi, og fríggjamorgunin kundi løgreglan eisini staðfesta, at bilførararnir eisini virða ferðsluljósini.










