Nógv fylgdu Havel

Nógvir kekkar fylgdu við á stórskíggja og í sjónvarpi, tá landsins fyrsti forseti, Vaclav Havel, bleiv jarðaður í dag, og tað sást á teimum flestu, at tað var ein avhildin maður, sum fór til gravar frá Sankt Vitus-dómkirkjuni í miðbýnum í høvuðsstaðnum Prag.

Millum teirra, sum vóru komin at fylgja, vóru fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton og kona hansara, Hillary Clinton, uttanríkisráðharri. Eisini týski kanslarin, Angela Merkel, franski forsetin, Nicolas Sarkozy, og bretski forsætisráðharrin, David Cameron, vóru og fylgdu.

Vaclav Havel var tann seinasti forsetin í Kekkoslovakia og tann fyrsti í Kekkia.