Tórshavnar Havn hevur havt nógvar fremmandar vitjanir seinastu tíðina.
Talan er bæði um vinnurekandi og stuttleikafør, sum leggja leiðina hendanvegin.
Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri, sigur, at um summarið er altið meira trafikkur um havnina, enn tað er um veturin.
Tað kemst sjálvandi partvís av, at stuttleikafør, ferðamannaskip o.s.fr. koma framvið.
Men eisini fleiri fiskiskip koma hendanvegin um summarið enn um veturin.
Tað heldur havnarstjórin hevur okkurt við fiskimynstrið at gera.
Russisk skip hava í fleiri ár lagt upp til frystigoymsluna hjá Skipafelagnum, eins og nógv umskiping hevur verið á redini.
Men eisini onnur hava funnið útav, at tað loysir seg at umskipa í Føroyum.
Til dømis skip, sum fiska á Rygginum.
Í summar hava bæði týskarar, spaniólar og portugisarar verið her og umskipað og eru síðan farnir aftur til fiskiskap.
Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri, heldur, at tað er ein staðfestan av, at samband okkara við útheimin er í lagi, at øll hesi fremmandu skipini koma hendanvegin.
Umframt tað, sum Tórshavnar Havn fær burturúr, liggur eisini ymiskt annað eftir hesi skipini.
Tað verður bæði olja, proviantur og onnur útgerð keypt.
Umframt, at fólk skal til at lossa. Onkuntíð í fleiri dagar. Goymslurnar fáa sítt o.s.fr.
Okkurt dryppar av og á eisini á Skipasmiðjuna.
Og eisini flogfeløgini fáa part, tí vanligt er, at skipini skifta manning, meðan tey eru her.
Ein teirra, sum hevur verið eina mest í samband við hesi fremmandu skipini yvirhøvur, er Árni Dam á Skipafelagnum.
Hann hevði í gjár fýra skip á Havnini umframt bæði í Suðri, á Skálafirði og á redini.
Árni Dam sigur, at higartil í ár hevur Skipafelagið havt 30 fleiri útlendsk skip enn somu tíð í fjør.
Á Havnini var Orcades Viking við teknisum umvælingum. Eitt russiskt farmaskip legði fisk upp til Fiskavirking. Eitt var á Skipasmiðjuni við spælskaða. Og ein týskur trolari lá eisini við bryggju í Havn.
Hann legði tómar kassar upp, sum skulu goymast her, meðan hann er til fiskiskap á Rygginum. Hann kemur so aftur og skiftir um, soleiðis at fongurin fer niður við farmaskipi.
Á redini liggur eitt stórt farmaskip og bíðar eftir umskiping.
Tvey smærri bíða eftir hvør sínum trolara at lasta fisk frá, og tvey tangaskip vóru væntandi, tá vit tosaðu við Árna Dam, beint áðrenn blaðið fór til prentingar.