Líkindi eru fyri, at flogførini, sum ikki fingu sett seg í gjár, nú koma til landið. Og so ræður um at fáa rættlag á ferðaætlanina aftur Trý av flogførunum hjá Atlantic Airways, ið ikki fingu sett seg í mjørkanum í gjár, koma til Føroya fyrrapartin í dag.
Flogfarið, sum skuldi lenda í gjáramorgunin, fer nú úr Aalborg og væntast í Føroyum klokkan 9.45.
Seinasta flogfarið fór ikki úr Kastrup í gjár, men flogið verður klokkan 10.30, so hetta er í Vágum klokkan 11.30 okkara tíð. Og íslandsflogfarið fer úr Reykajvík um eitt korter, soleiðis at hetta er í Føroyum um 9.45.
Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways, sigur, at tey vænta at fáa rættlag á flogferðsluna í dag. Tó er talan um nakrar seinkingar. Hesar síggjast á heimasíðuni, www.atlantic.fo.