Nógv flestar eita Anna

Millum konufólkini í Føroyum er Anna nógv mest nýtta navnið, og Maria er næstmest vanliga føroyska kvinnunavnið Anna er nógv mest nýtta kvinnunavnið í Føroyum. Tað vísir uppgerðin, sum Hagstovan hevur dagført í mai 2007. 845 kvinnur í Føroyum eita Anna ella Anna og okkurt annað navn afturat.

Næstmest vanliga kvinnunavnið í Føroyum er Maria. 346 kvinnur í Føroyum eita Maria. Á næstu plássunum eru Katrin (259), Elin (253), Annika (246), Marjun (239), Súsanna (219), Hanna (213), Rannvá (206) og Elsa (204).

Millum tær tríggjar, sum eru í Løgtinginum, ber Heidi Petersen mest nýtta navnið. Saman við tjóðveldiskvinnuni í Vestmanna eita 174 aðrar Heidi. Anita á Fríðriksmørk er millum tær 80, sum bera navnið Anita. Lisbeth L. Petersen hevur ikki heilt so nógvar navnafelagar. 17 kvinnur í Føroyum eita Lisbeth, sigur Hagstova Føroya.