Nýklaktar pisur
Gongst sum ætlað, verða tað munandi fleiri studentar, sum byrja aftur á miðnámsskúlanum í suðuroy eftri summarfrítíðina.
Tað vísir seg nevniliga, at áhugin fyri at fara á studentaskúla, er munandi vaksin og umsóknirnar til at byrja á studentaskúla í Suðuroy eftur summarfrítíðina í ár er næstan tvífaldað afturímóti tí, tað er nú.
Sostatt byrja 44 næmingar á studentaskúlanum í Suðuroy eftir summarfrítíðina, soleiðis sum tað nú sær út. Tveir flokkar verða og annar flokkurin er fullur við 24 næmingum. Í hinum flokkinum eru næmingarnir 20 í tali.
Men hjá teimum, sum byrja á studentaskúla í Suðuroy eftir summarfrítíðina, eru eisini útlit til nakað heilt serligt. Og tað er at flyta í spildurnýggjan studentaskúla.
Skúlin húsast undir sera vánaligum umstøðum í fleiri hølum í Vági. Men nú er farið undir at byggja nýggjan skúla í sera náttúruvøkrum staði vesturi við Vatnið í Vági.
Gongst sum ætlað, verður skulin liðugur á sumri í 2006.
Sostatt verða tað tey, sum nú byrja á skúlanum, sum fáa heiðurin av at vera teir fyrstu næmingarnir í nýggja skúlanum.
Tey kunnu nevniliga síggja fram til at ganga tað seinasta árið í spildurnýggja og stásiliga skúlabygninginum tað seinasta árið.
Byggingin seinkað
Nýggi Studentaskúlin í Vági hevur verið eitt umstríddur. Serliga er tað spurningurin um meginbókasavnið, sum stríð hevur verið um.
Ætlanin var at gera eitt meginbókasavn í sambandi við skúlan, men tað datt niðurfyri, tí kommunurnar í oynni tóku ikki undir við tí.
Hvør kommuna skuldi betala sín part av bókasavninum, men Vágs Kommuna hevði átikið sær at betala tann størsta partin.
Men umframt Vág, vóru tað bara fámjiningar, sum vórðu sinnaðir at betala til bókasavnið.
Onkrar aðrar kommunu søgdu seg tó sinnaðar at vera við í ætlanini, um so var, at allar vóru við. Men tað eydnaðist ikki og sostatt datt ætlanin niðurfyri.
Hetta er rættiliga fallið Vágs Býráð fyri bróstið og á einum býráðsfundi herfyri, har spurningurin varð umrøddur, høvdu býráðslimir á munni, at tað varð ringt at tosa um samstarv í Suðuroynni, tá ið kommunurnar ikki so frægt sum kundi semjast um hetta.
Teir vístu eisini á, at grivið var út fyri bókasavninum, men nú stóð bara eitt grótbrot eftir. Men hetta grótbrotið skuldi eita meginbókasavnið, søgdu teir.
Tað varð eisini ført í gerðarbókina hjá kommununi, at tað bara vóru fámjiningar, sum høvdu játtað at vera við í ætlanini.
Eisini leiðarin á Miðnámsskúlanum, Ole Laursen, harmast um, at meginbókasavnið datt niðurfyri.
Hann sigur, at skúlin vildi fegin havt eitt meginbókasavn. Men tá ið ætlanin kom upp, vóru tey meiri ivingarsom, Men tað var ikki tí, at tey vóru ímóti sjálvum bókasavninum. ? Eitt meginbókasavn vildu vit fegin havt. Men tá ið hugskotið kom um at gera eitt slíkt í sambandi við nýggja skúlan, var als onki fyrireikað í sambandi við bókasavnið. Og vit stúrdu fyri, at skuldi eitt meginbókasavn fyrireikast og tengjast upp í skúlan, fór tað at seinka byggingini, sigur hann
Hann sigur, at tað hevur eisini seinkað byggingini, hóast tað nú datt niðurfyri kortini.
Men eftir nýggu tíðarætlanini, skal skúlin so verða liðugur í august í 2006.
Annars tóku hesar pisurnar prógv í flokkinum, sum nevnist 3.x í miðnámsskúlanum í Suðuroy í ár.:Aftara rað frá vinstru: Súsanna Dimon, Porkeri, Dan Veihe, Porkeri, Jan Vestergaard, Akrar, Ingun Midjord, Trongisvágur og Sára Vinther, Vágur.
Í fremra raði standa frá vinstru Elisabeth Kambsgarð Sørensen, Tvøroyri, Barbara Brattalíð, Trongisvágur, Lykke Beinta Kjær Poulsen, Tvøroyri, Eyð Tausen Magnussen, Fámjin, Rakul Borg, Vágur, Herit Vivi Albinus, Øravík og Tóra Maria Hammer, Fámjin