Í Noregi fáa tríggjar ferðir so nógvar barnakonur sukursjúku í dag sum fyri tíggju árum síðan, skrivar Aftenposten.
24 av 1000 norskum kvinnum fáa nú staðfest sukursjúku. Fyri tíggju árum síðan vóru tað átta av 1000.
Tá ið kvinna gongur við barni, økist insulinið, so blóðsukrið kann halda seg á vanligu leguni. Um tað ikki hendir, fær kvinnan barnakonudiabetes. Tað merkir, at sukrið í blóðinum er hægri enn vant.
Helst uppaftur fleiri
Barnakonurnar eru eldri og viga meir í dag enn fyrr, og tað man vera høvuðsgrundin til økta blóðsukrið. Hesa tíðina er miðalaldurin hjá kvinnum, sum eiga fyrstu ferð, hækkaður úr 27,7 upp í 28,5 ár.
Hetta sigur Marta Ebbing, lækni og sitandi stjóri hjá Medisinsk fødselsregister á fólkaheilsustovninum í Noregi.
Barnakonudiabetes kann seta bæði mammu og barn í størri vanda við føðingina, millum annað tí at barnið verður so stórt.
- Er barnið stórt, serliga um mamman er lágvaksin, kann føðingin gerast truplari. Neyðugt kann gerast við inntrivum, sum kunnu ávirka heilsuna hjá móður og barni, sigur Ebbing.
Flestu barnakonur verða frískar av sukursjúkuni eftir føðingina. Men hjá summum er hetta byrjanin til týpu 2 diabetes, sum kann elva til hjartasjúkur seinni.
Eta heilsugott
Besta fyribyrging fyri sukursjúku hjá barnakonuni er at ansa eftir vektini, áðrenn hon verður við barn, og ikki at taka ov nógv uppá í viðgongutíðini.
Og sum hjá øðrum eru ráðini at vera likamliga virkin og eta heilsugott.
(Mynd: Monica Strømdahl)