Talið á vígslum í Føroyum veksur ikki, men tað gera hinvegin hjúnarskilnaðirnir.
Í fjør játtaði Ríkisumboðið 79 hjúnarskilnaðir. 67 av pørunum vóru frammanundan sundurlisin. 12 hjúnarløg vórðu slitin orsakað av ótrúskapi.
Aftrat hesum vórðu átta pør skild við dómi.
Hetta gevur samanlagt 87 hjúnarskilnaðir í fjør.
Í 2008 vóru 52 hjúnarskilnaðir í Føroyum, í 2009 64.










