Talið á neyðtøkum í Troms í Noregi veksur eftir øllum at døma skjótt. Higartil í ár hava 28 kvinnur í økinum boðað frá, at tær hava verið neyðtiknar. Um somu tíð í fjør var talið trettan.
Løgreglan í Tromsø dugir ikki at siga, um hetta merkir, at fleiri kvinnur verða neyðtiknar nú enn fyrr, ella um vøksturin kemst av, at kvinnurnar eru skjótari at boða frá neyðtøku. Løgreglan mælir neyðtiknum kvinnum til at gera vart við seg, men hon viðgongur samstundis, at tað kann vera trupult at prógva eina neyðtøku, og at nógvar kærur tí enda í skuffuni á løgreglustøðini.
Læknarnir í Tromsø siga, at teir duga væl at skilja, at kvinnur aftra seg við at boða frá neyðtøku, tí tann neyðuga læknakanningin, sum skal staðfesta møgulig, prógv, er í flestu førum so umfatandi, at kvinnur kanska bera seg undan. Men uttan tílík prógv er næstan ógjørligt at fella neyðtøkumannin, siga læknarnir, og teir mæla tí kvinnunum til at gera vart við seg kortini.