Nógv fleiri motorsúkklur á vegunum

Ferðslutrygd heitir á tey, ið koyra á motorsúkkl, um at nýta klæðir og útbúnað av bestu dygd, tá koyrt verður á motorsúkklu


<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nú talið á motorsúkklum er økt ógvusliga, óttast Ráðið fyri Ferðslutrygd álvarligar ferðsluvanlukkur, um ikki førararnir taka neyðug fyrilit og tryggja seg á besta hátt.
- Tað kemur fyri, at vit síggja ung fólk koyra á motorsúkklum, uttan at vera forsvarliga klødd, sigur Jón Kragesteen, dagligur leiðari á RFF.
- Er óhappið úti, og tú dettur á motorsúkkluni, uttan verju fyri kroppin, so skal ikki nógv ferð til, at til dømis eitt bein fer í knús og fer fyri skeytið.
- Hetta er sera álvarligt og vit heita inniliga á fólk um ikki at taka nøkur óráð fyri, men klæða seg so væl, tað ber til, soleiðis at høvd og limir eru vard á allarbesta hátt, sigur hann.
Í mai mánaða í ár eru seldar 55 motorsúkklur. Fyrstu fimm mánaðarnar í ár vórðu seldar 137 motorsúkklur. Hetta er ein øgiligur vøkstur í mun til í fjør, tá bert vórðu seldar tríggjar motorsúkklur alt árið.
Orsøkin til ógvusliga vøksturin er helst broytingar í tollinum umframt, at tað er ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Ein so stórur vøkstur vekir sjálvsagt ein ótta hjá Ferðslutrygd, sum ávarar øll, ið koyra á motorsúkklu, um at vísa størsta varsemi og nýta útbúnað av bestu dygd.
Ferðslutrygd heitir eisini á motorsúkkluførarar um ikki at hava ferðandi á súkkluni, sum ikki eru forsvarliga klødd.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$