Tað eru nógv fleiri kvinnur arbeiðsleysar í Føroyum enn tað eru menn. Tað sæst í eini nýggjari uppgerð hjá Hagstovuni, har tað sæst, at tilsamans er arbeiðsloysið í Føroyum nú 2,1 prosent.
Men hjá monnum er arbeiðsloysið bara 1,9 prosent, men hjá kvinnum er tað 2,6 prosent. Sostatt er arbeiðsloysið hjá kvinnum ein fjórðing hægri enn tað er hjá monnum.
Les eisini: Suðuroyggin er enn í eini serligari støðu
– Tá ið arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum, sigur Hagstovan. Men hesi síðstu tvey árini hevur munurin verið so at siga óbroyttur, men kortini er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 prosentum, niður í 2,6 prosent síðani ársskiftið. Hinvegin er tað hækkað úr 1,7 prosentum, upp í 1,9 hjá monnum.
Hagstovan sigur, at tað er tað er mestsum allastaðni, at arbeiðsloysið er munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vágum og Sandoy, har munurin er lítil og ongin.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðoyggjum, har tað bert er eitt prosent og hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,7 prosent.