Nógv fleiri kvinnur arbeiða niðursetta tíð

Í Føroyska fólkaskúlanum eru tað fýra ferðir so nógvir kvinnuligir lærarar, sum arbeiða niðursetta tíð, sum tað eru mannligir lærarar. Tað vísa tøl, sum Lærarafelagið hevur fingið úr Fíggjarmálaráðnum.

Tølini vísa annars, at tað eru eini 100 fleiri konufólk enn mannfólk, sum eru lærarar í fólkaskúlanum.

Men at so nógvar kvinnur arbeiða parttíð, kemur óvart á Herálv Jacobsen, formann í Lærarafelagnum, men hann heldur, at fyri ein part er talan um nátúrligar orsøkir.

- Nógv konufólk velja at arbeiða niðursetta tíð, tá tey eiga smábørn. Men eg ivist ikki í, at ein onnur orsøk er, at tað er strævið at arbeiða fulla tíð sum lærari.

- Tað er eisini strævið fyri mannfólk, men mannfólk fara vanliga ikki niður í arbeiðstíð kortini. Er hinvegin talan um kvinnuligan lærara, sum er stakur uppihaldari, fer hon valla niður í tíð.

Herálvur Jacobsen heldur, at næmingar við atferðartrupulleikum gera arbeiðsdagin ógvuliga strævnan, og yvirhøvur tað, at uppalingarparturin av lærarastarvinum er vorðin so stórur.

- Mannfólk duga kanska betur enn konufólk at leggja trupul mál frá sær, tá ið klokkan hevur ringt út. Høvdu vit eina loysn til truplar næmingar, vóru tað fleiri lærarar, sum høvdu viljað arbeitt meiri.

Formaðurin heledur, at skalt tú hava næmingalagaðað undirvísing og ikki følir, at tú megnar tað, ger eisini, at lærarar bukka undir. Spjaðingin í einum flokki kann vera so stór, at lærarin hevur ongan møguleika at røkka øllum, og tað slítur ein lærara.

At arbeiða niðursetta tíð í nógv ár ger, at tú forvinnur tær væl minni í pensjón enn ein, sum arbeiðir fulla tíð.