Nógv fleiri ferðafólk í Billund

Februar var ein sera góður mánaður hjá floghavnini í Billund. Talið á ferðafólki á uttanríkisrutunum vaks 2,7 prosent, men tann stóri vøksturin var í charterferðsluni, har ferðafólkatalið vaks heili 26,8 prosent.

Tær fimm býirnir, sum odtast fingu flogfør úr Billund á vitjan í síðsta mánað, vóru London, Amsterdam, Frankfurt, Oslo og París.

Eisini farmaflutningurin um floghavnina í Billund vaks í februar, men vøksturin var lítil, 1,6 prosent, sigur floghavnin.