Nógv fleiri fátækir danir

Tey seinastu fimm árini er talið á fólki við lítlari inntølu minkað støðugt í ES-londunum, men nú vísir ein nýggj kanning, at tað sama er ikki hent í Danmark. Samstundis vísa tøl hjá Arbejdernes Erhvervsråd, at tað eru meiri enn 200.000 fátæk fólk í Danmark í dag.

Tað er umleið 30.000 fleiri enn fyri einum ári síðani, og tað er størsti vøksturin eftir einum ári í nýggjari tíð, skrivar Politiken.

Tølini vísa eisini, at talið á fátækum dønum er vaksið 50 prosent síðani 2001.

ES hevur lýst 2010 sum fátækraár, og danska stjórnin kemur í morgin við einari verkætlan fyri stríðið ímóti fátækradømi í Evropa.