Nógv fleiri bilar skrásettir

Samlaða talið av nýggjum bilum, sum vóru skrásettir fyrra hálvár í ár, vaks við 16 prosentum samanborið við sama tíðarskeið í fjør

 

Nógv tað størsta talið av bilum, sum verða skrásettir hjá Bileftirlitinum eru persónbilar. Frá január mánaði til juli mánað vóru 903 nýggir persónbilar skrásettir, og tað var 14 prosent meira enn somu tíð í fjør.

Talið av nýggjum persónbilum er støðugt økt seinastu árini, og líkt er til, at hesi vøkstur heldur fram í ár.

Næststørsti bólkurin av akførum eru vøruvognar, og eisini her var ein fittur vøkstur fyrstu seks mánaðirnar í ár. Fyrsta hálvár í 2000 vóru 171 vøruvognar skrásettir, meðan talið var 191 somu mánaðar í ár. Hetta er ein vøkstur upp á næstan 12 prosent.

Talið av skrásettu lastbilum er nakað tað sama higartil í ár, sum tað var í fjør. Fyrra hálvár 2000 vóru 11 nýggir lastbilar skrásettir, meðan talið fyri fyrra hálvár í ár er 11.

Samlaða talið av skrásettum akførum fyrstu seks mánaðirnar í ár er 11856, meðan tað var 1025 í fjør.