Italsku myndugleikarnir bera ótta fyri, at umleið 50 fólk eru druknað, eftir at eitt skip við flóttafólkum sakk nærhendis italsku oynni Lampedusa. Umborð vóru fólk úr Afrika, sum ætlaðu sær eitt betri lív í Evropa. 56 fólk eru bjargað, og tey hava greitt frá, at 136 fólk vóru við skipinum, teirra millum 10 kvinnuer og seks børn.
Italska sjóverjan boðaði øllum skipum á leiðini frá, at eitt skip úr Tunesia hevði sent neyðarkall, og skip úr Týsklandi og Turkalandi fóru at leita saman við NATO-tyrlum. Nøkur av flóttafólkunum svumu til lands.
Ákæruvaldið á Sisilia er farið undir at kanna, um flóttafólkini høvdu goldið mannasmuglarum pening fyri at sleppa norður um Miðjarðarhavið. Men ein talsmaður fyri flóttafólkastovnin hjá ST sigur, at tað er einki, sum bendir á, at mannasmuglarar høvdu verið uppií.
Á hvørjum ári komu fleiri túsund ólógligir innflytarar úr Afrika norður um Miðjarðarhavið. Ofta eru tey í skipum ella bátum, sum eru í vánaligum standi, og vanliga er alt ov nógv fólk umborð.










