Fleiri trolarar hava avreitt í Vági í seinastuni. Tað hevur verið rættiliga nógv virksemi á havnarlagnum í Vági seinastu vikurnar, skrivar Suðuroyarportalurin.
Í saíðstu viku landaðu fleiri skip. Eitt nú landaðu Roc Amadour og Blikur til virkið hjá Føroya Fiskavirking, og í morgun landaði Beinir til Palm Seafood.
Beinir hevur millum 85 og 90 tons hendan túrin, og tað mesta er upsi, sum Palm Seafood keypti.