Hóast einki alvorligt hevur verið á vási hevur løgreglan havt nokk at gera í gjár og í nátt. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað vóru heilt nógv, sum fingu trupulleikar í hálkuni í gjár.
- Tað gjørdist brádliga rættiliga hált um alt landið og tað kom eitt sindur óvart á bilførar, sigur hann.
Løgreglan hevur tí verið úti fleiri ferðir í samband við ferðsluóhapp, men sambært vakthavandi vóru tað einans smá ferðsluóhapp talan var um. Í ongum føri var talan um persónskaða ella stórvegis materiellan skaða.
Annars hevur náttin verið friðarlig.