Óhapp
Kanska kom tað heldur óvæntað hjá nógvum bilførarum, tá kavin mikudagin legðist kring landið.
Lítið og onki av kava var um morgunin, og vóru tí nógvir bilar farnir til arbeiðis við summardekkum.
Í Havn vórðu 11 bilóhapp meldaði til politistøðina, og vóru tey øll í býnum í Havn. Helst hava verið fleiri onnur lítil óhapp, ið ikki eru vorðin meldað. Ongin av teimum 11 bilóhappunum innibar fólkaskaða.
Seint seinnapartin fór ein Bygdaleiðir bussur, sum var á veg úr Havn til Gomlu Rætt útav vegnum á Velbastað. Hann hevði sett nøkur fólk av, gleið hann tvørtum vegin, soleiðis at hann steðgaði allari ferðsluni. Síðani gleið hann eitt lítið petti omanav vegnum.
10 fólk vóru við bussinum, men ongin av teimum fekk nakran skaða.
Bussurin varð gravaður leysur aftur, og tá hann var fingin upp á rættkjøl koyrdi hann víðari til Gomlu Rætt, sum var onki hent.
Myndatekstur: Ein Bygdaleiðir bussur, sum var á veg til Gomlu Rætt úr Havn fór mikudagin útav vegnum á Velbastað










