Nógv ferðsla í vinnunevndini

Mánadagin og týsdagin fara fleiri feløg og einstaklingar at hitta vinnunevndina, sum inntil fríggjadagin fer at viðgera fiskidagarnar

Tað verður nógv ferðsla í vinnunevndini hjá løgtinginum í næstu viku.

Hósdagin var fyrsta viðgerð av uppskotinum um fiskidagar næsta fiskiár, sum verður frá fyrsta september og fram til 31. august 2017.

Eftir orðaskifti í seks tímar varð málið beint í vinnunevndina. Páll á Reynatúgvu, tingformaður, staðfesti, at tá ið lógin skal vera lýsti 18. august, so er neyðugt, at vinnunevndin leggur álit fram fríggjadagin 12. august. So fer at bera til at viðgera málið víðari innanfyri ásetta tíðarkarmin. Onnur viðgerð verður mánadagin 15. august og triðja viðgerð verður mikudagin 17. august.

 

Fundir eru ásettir at vera í vinnunevndini mánadagin 8. august og týsdagin 9. august. Hesar báðar dagar fara fleiri at bera síni sjónarmið fram og svara spurningum í vinnunevndini, sum síðani hevur fram til fríggjadagin at víðari viðgera málið og at skriva álit.

 

Mánadagin verður undur klokkan 10. Tá eru innkallað Felagið fyri Línuskip, Felagið fyri Trolskip, Felagið fyri Trolbátar, Meginfelag Útróðrarmanna, Osmundur Justinussen, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag. Tað er hálvur tími settur av til hvønn.

Týsdagin verður fundur klokkan 9. Tá eru innkallað fiskidaganevndin og síðani Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum saman við Havstovuni og Vørn.

 

Í vinnunevndini eru Bjarni Hammer, formaður, Jørgen Niclasen, næstformaður, Bárður Kass Nielsen, Bjørt Samuelsen, Ingolf S. Olsen, Jákup Mikkelsen og Bjørn Kalsø.