Nógv ferðsla á vágni

Útróðrarbátar hava ført manningina á Atlantic Navigator í land, og Brimil ger klárt at seta á at toga trolaran av Kunoyarnesi Tað er nógv ferðsla á vágni í Klaksvík. Fyri einari løtu síðani varð størsti parturin av manningini á Atlantic Navigator, sum stendur á Kunoyarnesi, fluttur í land við útróðrarbátum. Nú eru tað bara teir, sum í sovorðnari støðu skulu vera har, ið eru eftir umborð á skipinum.

Brimil kom fyri løtu síðani til Atlantic Navigator. Tað er eitt lot, men tað er slætt í sjónum. Tað er flóð, og vit skilja á lagnum, at ætlanin er nú beinanvegin at seta enda á Atlantic Navigator fyri at fáa hann av aftur. Enn er ikki greitt, um skipið hevur fingið skaða av stoytinum ella hvussu stóran skaða talan møguliga er um.