Tað er nógv virksemi í fundarhølunum hjá løgtinginum.
Í dag hava bæði fíggjarnevndin og vinnunevndin fund. Í báðum nevndunum varð lagt fyri um níggju tíðina í morgun, og í báðum nevndum hava verið innkallingar bæði fyrrapartin og seinnapartin.
Fíggjarnevndin viðger økta játtan til havrannsóknarskip, eykajáttanarløgtingslóg fyri mai, útlegg fyri undirvísingaramboð og flagtekju á Glasi og broytingar í skattalógini.
Innkallað fyrrapartin vóru landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum og landsstýriswmaðurin í mentamálum. Seinnapartin eru innkallað løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Vinnunevndin viðger í dag broyting í lógini um vinnuligan fiskiskap, nýskipanaruppskotið ella uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av fiskiríkidømi, uppskot um at seta nýggjan partapening í pf. Fiskaaling, uppskot um at broyta revsiheimildina fyri brot á sáttmála í sambandi við treytir fyri fiskiskap eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavninum, uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av tilfeingi úr sjónum og uppskot um fyrisiting av sjófeingi.
Fyrrapartin vóru innkallað umboð fyri Faroe Origin, umboð fyri Thor og Meinhard Jacobsen. Seinapartin eru innkallað umboð fyri Delta Seafood, umboð fyri Varðan Pelagic, Dánjal í Skálum og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum saman við Kappingareftirlitinum.