Nógv ferðsla á FCK skrivstovuni

Tveir álopsspælarar hava fingið pappír uppá, at teir skulu halda fram í felagnum, meðan ein er á veg burtur og framtíðin hjá onkrum øðrum tykist ivasom

FCK SÁTTMÁLAR

Danska fótbóltskappingin er farin í vetrarfrí, men enn er ikki talan um jólafrí á bossa skrivstovunum hjá FCK.
Í vikuni ljóðaði, at 31 ára gamli Peter Møller, sum seinasta árið hevur verið við í kappingini um plássini í FCK álopinum, skal halda fram í felagnum. Sáttmálaskeiðið hjá honum var inntil á sumri í 2004. Nú eru felagið og spælarin samd um at halda fram inntil á sumri í 2006.
21 ára gamli álopsspælarin Jesper Bech skal eisini halda fram í felagnum. Higartil hevur tað ikki eyndast honum at vera við í nøkrum dysti á liðnum í superliguni. Men hann verður mettur at hava stak góð evni, og í FCK leiðsluni siga teir seg ikki ivast í, at hann skjótt fer at gera seg galdandi.
Týsdagin varð tað greitt, at skeiðið hjá Jörgen Pettersson í FCK er lokið. Á nýggjárinum flytir 28 ára gamli svenskarin til Landskrona í Svøríki. Tá ið Jörgen Pettersson í 2002 varð keyptur úr Týsklandi og til FCK, varð tað roknað við, at hann fór at verða rættulig hóttan, og at tað serliga fór at verða Todi Jónsson, sum fór at kenna sviðan av hesum. Men Jörgen Pettersson megnaði ongantíð at spæla seg til fast pláss í FCK álopinum. Á heysti í 2002 royndu teir hann sum framrættaðan miðvallara. Tað tóktist rigga hampuliga væl, men fyrrapartin av hesum árinum var hann heilt nógv skaddur, og í heyst megnaði hann ongantíð at spæla seg á liðið, og hann var sjáldan á beinkinum.
Verjuspælarin Boro Zivkovic, sum FCK fyri tveimum árum síðani keypti úr Silkeborg, vil fegin sleppa burtur úr FCK, tá ið tað í januar aftur verður loyvt at selja og keypa spælarar. Hann hevur fyri tað mesta sitið á beinkinum, og tað tímir hann ikki meiri. Enn er kortini ikki greitt, um hann verður seldur ella ikki.
Í Danmark hvíla teir seg nú. Tað verður farið undir aftur venjingarnar í FCK 12. januar. Todi Jónsson vónar, at hann tá verður førur fyri at venja saman við liðfeløgunum, men enn er hann ikki komin seg eftir skaðan í lærkrikanum, sum hevur hildið honum burtur frá fótbólti síðani mánaðarskiftið september/oktober.