Hvønn dag í hesi vikuni og tveir teir fyrstu dagarnir í næstu viku arbeiðir fíggjarnevndin við uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2008 Løgtingið er við hús og bíðar, og fíggjarnevndin arbeiðir hvønn dag við fíggjarlógaruppskotinum.
Í dag vóru fýra landsstýrismenn og løgtingsformaðurin í fíggjarnevndini í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina. Landsstýrismaðurin í fíggjamálum møtti klokkan 9.30, landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum klokkan 10.30, løgtingsformaðurin klokkan 13.15, landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum klokkan 13.30 og løgmaður klokkan 15.
Mikudagin eru tíggju mál á skránni fyri fundin hjá fíggjarnevndini umframt fíggjarlógaruppskotið. Henda dagin eru innkallað í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum landsstýrismaðurin í lógamálum, landsstýrismaðurin í mentamálum, landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fíggjamálum.
Fíggjarnevndin fer eisini at hava fundir um fíggjarlógaruppskotið hósdagin og fríggjadagin í hesi vikuni og aftur mánadagin og týsdagin í næstu viku.
Næsti tingfundur er ásettur at vera í næstu viku.










