Nógv ferðafólk stóðu eftir á Syðradali

Tá Sam fór av Syðradali í kvøld kl 17.35 stóðu nógv fólk og bilar eftir.

Skipið varð fult og kundi ikki taka fleiri bilar, og nógv fólk vóru við bilunum, sum ikki sluppu við – teirramillum nógv fremmand ferðafólk.

Næsti túrur var ikki fyrr enn klokkan 22.35, so órógv kom á fólk, sum vildu hava Sam at sigla eykatúr.

Men tað bar ikki til, vóru boðini frá Strandferðsluni, tá manningin ringdi at vita, um tey kundu sigla eykatúr.

Men so komu brádliga boð um, at Sam kortini slapp at sigla eyka túr, so fólk ikki noyddust at bíða allar hesar tímarnar á Kalsoynni.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##