Nógv ferðaðust á páskum

Ferðafólkatalið um flogvøllin var 17,7% størri í apríl mánaði í ár sammett við apríl mánað í fjør

Tilsamans ferðast 15.598 ferðafólk um flogvøllin í apríl mánaði. Í fjør var talið 13.251. Størsti munurin er uttan iva, at páskahøgtiðin í fjør var í mars, meðan hon í ar var í apríl mánaði. Nakað sum eisini sást aftur í hagtølunum fyri mars, har tølini í 2004 vóru størri, enn tey vóru í ár.

Samanlagt fyri árið hevur talan verið um vøkstur í ferðafólkatalinum upp á 9% í 2006. Hinvegin hava fráferðirnar og komurnar verið færri higartil í ár.