Tað var longu tíðliga í vár, at heystskeiðið varð fullteknað. Pláss er fyri 34 næmingum.
– Á fyrstu skeiðunum vóru umleið ein triðingur útlendingar. Men nú eru talið av føroyingum hægri. Til komandi skeið eru bara seks útlendingar, og teir eru allir danir. Restin eru føroyingar, sigur Gudmundur Joensen.
Næstan 150 fingið diplom
Stjórin sigur, at nøkur av teimum, ið hava staðið á bíðilista, eru flutt yvir á skeiðið, ið byrjar í januar.
Nøkur hava longu søkt um at sleppa á skeiðið, sum byrjar í august 2020.
Ítróttarháskúlin byrjaði á sumri 2016. Higartil hava næstan 150 næmingar verið á skúlanum.
Skeiðið endaði fríggjadagin í síðstu viku, og tá fingu 31 næmingar diplom.
– Tað vísir seg sum oftast, at onkur næmingur gevist. Sum oftast er tað í tí myrku tíðini. Onkur er eisini givin, ið hevur fingið onkran ítróttarskaða. Av tí at vit eru sera virkin likamliga á skúlanum, er ikki so lætt at vera við, tá ið ein hevur skaða, sigur Gudmundur Joensen.
Ítróttarháskúlin hevur eisini onnur styttri skeið, millum annað fyri vaksin. Tá ið skúlin fær nýggj høli, vóna teir at hava fleiri onnur skeið.
Frá 34 til 48 næmingar
Í dag er pláss fyri 34 næmingum á skúlanum. Farið er tó ígongd við at byggja eitt næmingaheim í Vági, har pláss verður til 48 næmingum. Eftir ætlan verður næmingaheimið tikið í nýtslu á sumri 2020. Tað er Bústaðir, ið byggir
Skúlin sjálvur heldur annars til í fleiri ymiskum hølum, millum annað í Marghøllini, Pálshøll, kappróðraneysti og í leigaðum hølum.
Ætlanin er eisini at byggja skúla, so at virksemi kann savnast. Arbeitt hevur verið politiskt at fáa pening til tað, men nú Løgtingið fór til hús, er hetta eitt av málunum, ið fellur burtur.











