Sambært hagtølum frá Bileftirlitinum fall skrásetintin av innfluttum akførum við 15,5% í 2004, sammett við 2003. Í 2003 var talið 2.324 akfør, meðan hetta tal í fjør var 1.964.
Serliga fyri nýggj akfør var talan um stóra afturgongd. Heili 19,7%. Hinvegin vórðu í fjør innfluttir fleiri brúktir bilar. Teir Teir vóru í 2003 414 í tali. Í 2004 var talið 430.