Nógv færri læraralesandi í Danmark

17 prosent færri enn fyri einum ári síðani hava í summar søkt inn á læraraskúla í Danmark, har umsøkjaratalið nú er so lágt, at tað á fleiri skúlum verða væl færri læraralesandi, enn tað er pláss fyri Tað er trot á fólkaskúlalærarum í Danmark, og einki bendir á, at tað tey næstu árini fer at fáast bilbukt við óhepnu støðuna.

Sambært donskum fjølmiðlum eru tað í summar 17 prosent færri enn tað vóru fyri einum ári síðani, ið sum fyrsta prioritet í umsóknini at fáa útbúgvingarpláss hava sett læraraskúla. Tí eru tað bara 2986, sum leygardagin fáa bræv upp á, at tey eru tikin inn á læraraútbúgvingina í Danmark. Hetta eru 583 færri enn fyri einum ári síðani.

Tað eru 20 læraraskúlar í Danmark. Frederiksberg Seminarium hevur sammett við í fjør fingið fleiri umsóknir, ið hava læraraútbúgvingina sum fyrsta prioritet.

Á øllum hinum læraraskúlunum í Danmark hevur talan verið um færri umsóknir. Størsta fallið hevur verið á Haslev Seminarium. Har verða tað eftir summarsteðgin minni enn helvtina so nógv lesandi á 1. árgangi, sum tað vóru síðsta summar. Tað hava ikki verið umsóknir til tøku plássini á skúlanum.

Á átta læraraskúlum í Danmark er talið á umsøkjarum sammett við í fjør minkað við meiri enn einum fjórðingi.

Talið á umsóknum til læraralestur á Føroya Læraraskúla var eisini lægri í ár, enn tað var í fjør. Men enn er tað eingin trupulleiki at manna tey 24 plássini, sum eru opin fyri nýggjum læraralesandi á Frælsinum. Umsøkjaratalið var í ár 50.