Nógv færri koyra skít í Føroyum

Nú verða munandi færri bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning, enn fyri fáum árum síðani

Í fjør vórðu 107 bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning.

 

Tað vísir ein uppgerð, løgreglan hevur gjørt, og hetta er munandi færri enn tað, sum var vanligt fyri nøkrum árum síðani.

 

Av teimum, vórðu 85 bilførarar tiknir hjá hjólum, sum løgreglan plaga at sita. Tað merkir, at teir vórðu tiknir í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni, ella tí at teir vóru meldaðir.

 

Annars vórðu 22 bilførarar avdúkaðir í samband við ferðsluóhapp, og av teimum vóru fýra í sambandi við ferðsluóhapp við fólkaskaða, og 18 í samband við ferðsluóhapp, har ongin fólkaskaði var.

 

Eisini hesi tølini eru munandi lækkað. Í 2008 vóru 10 bilførarar uppi í ferðsluóhappum við fólkaskaða, og 36 bilførarar, ella tvær ferðir so nógvir sum nú, vóru uppi í ferðsluóhappum, har tað ikki hendi nakar fólkaskaði.

 

Sostatt kann staðfestast, at hesi seinastu árini eru munandi færri bilførarar tiknir fyri at koyra skít, enn tað, sum var vanligt fyri nøkrum árum síðani.

 

Tá ið ringast stóð til fyri nøkrum árum síðani, vóru upp ímóti 200 bilførarir tiknir um árið fyri at koyra skít, so talið er fallið næstan niður í helvt.

 

Hesi síðstu árini hevur talið á bilførarum, sum eru tiknir við kenning í samband við ferðsluóhapp við persónskaða, ligið ímillum tríggjar og fimm um árið.

Men árini frammanundan, frá 2003 til 2008, lá talið ímillum 10 og 19 um árið.

 

Eisini talið á teimum bilførarum, sum eru tiknir fyri at koyra við kenning í sambandi við ferðsluóhapp, har ongin kortini hevur fingið skaða, hevur verið fallandi hesi síðstu árini.

 

Tey fyrstu árini hesi øldini lá talið ímillum nøkur og tríati, upp í nøkur og fýrati, men seinni árini er tað heldur lægri við tað, at tað hevur ligið upp ímóti teimum tríati, men hesi bæði seinastu árini er tað lækkað enn meiri, og er nú farið niður um 20.

 

Tølini niðanfyri vísa, hvussu nógvir bilførarar eru tiknir fyri rúsdrekkakoyring hesi seinastu 14 árini, frá 2002 til 2015:

 

2002: 159 bilførarar

2003: 194 bilførarar

2004: 168 bilførarar

2005: 160 bilførarar

2006: 179 bilførarar

2007: 199 bilførarar

2008: 165 bilførarar

2009: 140 bilførarar

2010: 99 bilførarar

2011: 115 bilførarar

2012: 126 bilførarar

2013: 117 bilførarar

2014: 105 bilførarar

2015: 107 bilførarar