Nógv færri føroyskir sjúklingar av landinum

Um ein manað ætla Landssjúkrahúsið í Føroyum og í Íslandi at vera liðug at samráðst um eina samstarvsavtalu, sum fer at bera í sær, at í framtíðini skal eitt stórt tal av føroyskum sjúklingum sleppa undan at verða sendir av landinum

Í framtíðini skulu nógv fleiri sjúklingar sleppa undan at verða sendir av landinum at fáa viðgerð.

Tað er endamálið við eini samstarvsavtalu, sum Landssjúkrahúsið í Føroyum og í Íslandi samráðast um í løtuni.

Gongur sum ætlað, verða samráðingarnar lidnar um ein mánað, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum.


Læknarnar hendavegin

Yvirskipaða endamálið við samstarvinum skal vera at fáa læknar til Føroyar at viðgerða sjúklingar, heldur enn at senda sjúklingar av landinum til læknan.

Ì hesum føri er endamálið við samráðingunum millum Landssjúkrahúsið í Føroyum og í Íslandi at fáa íslendskar læknar til Føroyar at gera ávísar skurðviðgerðir ístaðin fyri at senda sjúklingarnar av landinum.

Nú verður so roynt at finna fram til, hvussu nógvar skurðviðgerðir, talan skal vera um og, hvør prísurin verður.

Landsstýrismaðurin sigur, at talan er um eina heilt ítøkiliga samstarvsavtalu um at íslendskir læknar koma til Føroyar at gera eitt ávíst tal av skurðviðgerðum á einum trimum ella fýra serlæknaøkjum.

- Ístaðin fyri at senda sjúklingarnar av landinum, skulu so íslendskir læknar koma til Føroyar við jøvnum millumbilum at skurðviðgera sjúklingar við ávísum sjúkum. Sjúklingarnir verða so savnaðir saman, so eitt ávíst tal av sjúklingum kann skurðviðgerast í einum tørni.

Serlæknaøkini, sum hugsað verður um at fáa íslendskar læknar til Føroyar at viðgera eru skurðviðgerðir í rygginum, skurðviðgerðir í æðralagnum, ávísar skurðviðgerðir í hjartanum, eitt nú ballónviðgerð og plast-skurðviðgerðir, sum hava læknafakligt grundarlag.

Frammanundan samstarvar Landssjúkrahúsið í Føroyum og í Íslandi um ávísar krabbameinsviðgerðir.


Væl bíligari

Hans Pauli Strøm sigur, at Landssjúkrahúsið leggur stóran dent á at koma á mál við hesi avtaluni skjótt, tí tá ið fíggjarætlanin varð løgd til rættis, er ásett, at eitt minni tal av skjúklingum skal uttanlands.

- Tað verður væl bíligari fyri føroyska heilsuverkið at fáa íslendskar læknar higar, heldur enn at senda sjúklingarnar av landinum og tí hevur tað týdning at fáa avtaluna í lag skjótt, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.

Hann sigur, at ein síðuvinningur er, at hetta fer eisini at lætta munandi um trýstið á sjúklingahotellið Tórshavn, har tað eru so nógvir sjúklingar og avvarðandi, at umstøðurnar eru als ikki nøktandi.

- So alt í alt er talan um eina munandi rationalisering í føroyska heilsuverkinum, sigur Hans Pauli Strøm.

- Samstundis er tað ein stórur lætti hjá sjúklingum og teirra avvarandi, at teir í størri mun sleppa undan at verða sendir av landinum.