Nógv færri føroyingar leita eftir barnaporno

BARNAPORNO Alsamt færri og færri verða fangað hjá Føroya Tele, tí at tey eru á veg á eina heimasíðu við barnaporno á internetinum

Talið á føroyingum, sum leita eftir barnaporno á internetinum, er rættiliga nógv fallið hesi seinastu árini.
Tað vísir ein uppgerð, sum Føroya Tele hevur gjørt.
Føroya Tele hevur eitt filtur, sum forðar fyri, at fólk sleppa inn á heimasíður við barnaporno.
Hetta verður gjørt í samstarvi við ríkisløgregluna, sum hevur eitt yvirlit yvir heimasíður, har barnaporno kann vera at finna og sum sostatt verða blokeraðar.

Munandi minkað
Uppgerðin hjá Føroya Tele vísir, at talið á føroyingum, sum verða steðgaðir í royndunum at koma inn á heimasíður við barnaporno, er munandi fallið seinastu árini.
Filtrið hjá Føroya Tele ímóti barnaporno varð sett til í 2006 og hetta árið vórðu heili 3493 ymiskir føroyskir teldubrúkarar steðgaðir á veg inn á heimasíður við barnaporno.
Í 2009 var talan um 2449 ymisk fólk og í 2010 var tað lækkað niður í 2083 ymisk fólk.
Men serliga í ár hevur fallið verið stórt, tí higartil í ár eru ikki fleiri enn 478 fólk forðað í at sleppa inn á tílíkar síður.
Uppgerðin verður gjørd mánað fyri mánað og í ár er talan um ímillum 20 og 65 teldur um mánaðin, sum eru forðaðar.
Men tær somu teldurnar kunnu ganga aftur í fleiri mánaðum, men nakrar nýggjar eru helst eisini hvørja ferð.
Í 2006 vóru ímillum 256 og 314 fólk steðgað um mánaðin, men tað er eisini komið fyri onkran mánað, at yvir 400 ymisk fólk eru blokerað, tí tey hava verið á veg inn á eina heimasíðu við barnaporno

Fyribygjandi
Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele, dugir ikki at siga, hvussu tað ber til, at tað eru lutfalsliga fáir føroyingar, sum leita eftir barnaporno á internetinum.
Men hann ivast onga løtu í, at filtrið er fyribyrgjandi.
Nú er tað heldur ikki vist, at try, sum verða blokerað, beinleiðis leitað eftir barnaporno, tí tey kunnu enda á eini slíkari heimasíðu meiri ella minni av óvart.
Talan kann vera um fólk, sum leita eftir pornosíðum yvirhøvur og sum síðani enda á eini síðu við barnaporno.
Talan kann eisini verða um fólk, sum leita eftir onkrum heilt øðrum, men so at ein síða við barnaporno brádliga stendur á skerminum.
Talan kann eisini verða um fólk, sum beinleiðis leitað eftir barnaporno, men sum halda geva skarvin yvir, tá ið tey síggja tað, at tey verða blokerað alla tíðina
Í løtuni er talan um ímillum 1100 og 1200 heimasíður, sum eru blokeraðar.
Danska ríkisløgreglan dagførir filtrið tvær ferðir um samdøgurið at vita um fleiri síður eru, sum skulu blokerast.
Tá ið ríkisløgreglan finnur eina síðu við ólógligum barnaporno sum skal blokerast, verður hon eisini sjálvvirkandi blokerað í Føroyum, sigur stjórin í Føroya Tele.

Í trúnaði
Hann sigur, at telesamskiftið hjá fólki er fevnt av lógini um persónsupplýsingar.
Tað merkir, at telefon-, sms, og internetsamskiftið hjá fólki, er í trúnaðir.
Tað merkir so aftur, at hvørki Føroya Tele ella nakar annar kannar eftir, hvørjar teldur verða blokeraðar tí at leitað verður eftir barnaporno.
- Tað er bara eftir áheitan frá løgregluni, at slíkt verður kannað í sambandi við illgruna um lógarbrot, ella tá ið lógarbrot skal skjalprógvast, sigur hann.

Kenna lítið til barnaporno í Føroyum
- Vit kenna lítið og onki til barnaporno í Føroyum.
Tað staðfestir Bergleif Brimvík, leiðari hjá kriminaldeildini hjá løgregluni í Føroyum.
Hann sigur, at tað er ikki meiri enn at tað kemur fyri, at løgreglan hevur nakað mál av hesum slagi og so vítt, hann minnist, er onki slíkt mál í ár.
Hann sigur, at tað er ikki annað enn at fegnast um, at tað alsamt eru færri og færri føroyingar, sum leita eftir barnaporno á internetinum.
Hann dugur kortini ikki at meta um, hví tølini eru minka so nógv.
Føroya Tele hevur eitt filtur, sum forðar fyri, at fólk sleppa inn á síður við barnaporno og hóast eitt lutfalsliga stórt tal av fólki verða steðgað, er hetta ikki upplýsingar, sum Løgreglan ger nakað við.
- Løgreglan kannar bara teldur, tá ið vit hava eitt ítøkiligt mál at arbeiða við og tað kemur meiri enn so fyri, at vit kanna teldur tá ið illgruni er um lógarbrot av ymsum slagi.
Men tá hevur løgreglan rannsóknarloyvi til hetta frá dómaranum, ella gevur tann, sum eigur telduna, sjálvboðin løgregluni loyvi at kanna telduna.

20.000
Sum nevnt er tað í samstarvi við donsku ríkisløgregluna, at Føroya Tele hevur sett eitt filtur á, sum blokerar, tá ið onkur er á veg inn á eina síðu við barnaporno
Og ímeðan talið á føroyingum, sum verða blokeraðir, er lutfalsliga lágt, er støðan heilt øðrvísi í Danmark.
Bara í september mánaða vóru 20.000 teldubrúkarar í Danmark blokeraðir, tí teir leitaðu eftir barnaporno.
Verður tað ført beinleiðis yvir á føroysk viðurskifti, skuldi talið í Føroyum ligið um 150-200 teldubrúkarar um mánaðin.
Tað var tað eisini fyri nøkrum árum síðani, og væl tað eisini.
Men í ár er støðan heilt broytt, tí higartil í 2011, er talan um ímillum 41 og 65 føroyskar teldubrúkarar um mánaðin, sum verða blokeraðir, tí teir leita eftir barnaporno.
Men tað eru ikki øll, ið fegnast um hetta filtrið, sum blokerar fyri slíkum síðum.
Formaðurin í IT politisk forening í Danmark, Niels Elgaard Larsen, sigur við Politiken, at samanumtikið er hetta sensurur.
Filtrið ímóti barnapornografi verður brúkt sum jarnbrot fyri at seta enn meiri eftirlit í verk, tí sjálvandi er tað ongin, sum verjir barnaporno.
Hann heldur eisini, at tað eru ongar ábendingar um, at hetta filtrið fyribyrgir barnaporno.