Í Danmark er talið á teimum, sum doyggja av blóðtøppi, minkað meiri enn eina helvt tey seinastu 25 árini, samstundis sum tey, ið fáa blóðtøpp, eru vorðin nógv færri. Tað vísir ein kanning, sum er tann higartil størsta av sínum slagi í Danmark.
Í tíðarskeiðinum frá 1984 til 1988 doyðu í meðal 3.600 danir um árið av blóðtøppi innan ein mánað eftir, at tey høvdu fingið tann. Í árunum frá 2004 til 2008 var talið bara 1.200 um árið.
Henrik Toft Sørensen, professari og yvirlækni við lærda háskúlan í Aarhus, hevur staðið fyri kanningini, og úrslitið er almannakunngjørt í tí kenda vísindatíðarritinum British Medical Journal, skrivar Politiken.