Nógv færri børn doyggja

Tað doyggja framvegis nógv børn ymsastaðni í heiminum, men ein nýggj frágreiðing hjá ST-barnahjálparstovninum UNICEF vísir, at barnadeyðin er minkaður 40 prosent tey seinastu 20 árini.

Kortini doyðu umleið 19.000 børn um dagin í fjør, og næstan helmingurin var í Kina, India, Pakistan, Nigeria og Kongo.

UNICEF sigur, at átøkini ímóti barnadeyða hava givið tey bestu úrslitini í londum sum Bangladesh, Laos, Liberia og Eystur-Timor. Harafturímóti doyggja støðugt fleiri børn í Somalia, Mali, Burkina Faso, Kongo, Tjad og í Kamerun.