Nú stóra tiltakið hjá Miðlahúsinum byrjar um eitt lítið korter, er longu nógv fólk savnað niðri í Vágsbotni.
Veðrið er avbera gott, og ólavsøkuhýrurin er góður. Fólk byrjað so smátt at koma oman í Vágsbotn, har ávikavist Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe tey síðstu trý árini við at spæla ymiskar karakterir hava fingið 10.000 fólk at flenna í kíki. Í ár fara teir so fyri fyrstu ferð út á lyftina at undirhalda saman.
Eftir at Jákup og Sjúrð - ella Pipar og Salt - hava undirhildið, fer eitt annað kent andlit á pallin, nevniliga Terji Rasmussen. Hann fer at tríva í nakrar av sínum mongu slagarum, og fer hann væntandi at fáa størsta partin av savnaðu fjøldini at syngja við.
Tiltakið byrjar nú klokkan 22.










