Nógv fólk á trappuni at hyggja eftir Íslandi og Argentina

Nógv fólk eru komin saman á trappuni í Vágsbotni at síggja HM-dystin millum Ísland og Argentina á stórskíggja

Klokkan 14 verður HM-dysturin millum Ísland og Argentina bríkslaður í gongd. Dysturin verður vístur á stórskíggja í Vágsbotni, og har eru nógv fólk komin saman at hyggja eftir dystinum, og serliga eru tað nógv í íslendsku litunum, ið síggjast á trappuni.

 

Ymiskt undirhald er eisini á skránni, og harumframt ber til at keypa sær íslendsku HM-blusuna í Vágsbotni í dag.