24. januar opnaði Sudanmisión handil í Runavík. Meinhard Bjartalíð stóð fyri hátíðarhaldinum, tá ið handilin opnaði. Hann hevði eina andakt, og síðani klipti hann reyða bandið.
- Allur dagurin gekk væl. Tað vóru nógv fólk inni á gólvinum, og tey fingu sær kaffi, te og smákakur, stendur á heimasíðuni hjá Sudanmissión.
Fyribils hevur handilin opið mánadag, mikudag og fríggjadag seinnapart. Tað eru gott 10 sjálvbodnar kvinnur, sum koma at standa í handlinum