Nógv fólk til stórmøtini

Um vikuskifti var ítróttarhøllin í Havn karmur um sonevnd stórmøtir við norska prædikumanninum, Anfinn Skaaheim sum talara. Íalt hava eini 2500 fólk verið til hesi møtini.

Møtini byrjaðu í fríggjakvøldið, tá fyrst bólkurin Grace sang nakrar sangir, áðrenn høvuðstalarin slapp at bera fram boðskap sín um evnið hesaferð Fylg Jesusi.
Leygarkvøldið var aftur møti, og við hetta høvið sang Magni Christiansen, áðrenn Anfinn aftur talaði. Og í gjárkvøldið var seinasta møtið á hesum sinni. Tá sang Streingjakórið á Glyvrum í fullsettari høll, har væl omanfyri 1100 fólk vóru til staðar.
Fyrsta møtikvøldið vóru omanfyri 500 fólk á møtinum og í leygarkvøldið var talið væl omanfyri 800, verður mett.
Roknað var sum vera man  við munandi fleiri fólkum í gjárvøldið, tí fleiri samkomur høvdu avlýst síni vanligu møti sunnukvøld í sambandi við stórmøtini, og skipaðu eisini fyri felagskoyring til Havnar.
Hetta er aðru ferð at Heimamissiónin skipar fyri slíkum fundum. Fyrstu fer var um somu tíð í fjør, og sum skilst verður hetta eitt afturvendandi tiltak eisini í framtíðini.