Nógv fólk til mótmælisgongu í Havn

Í góðveðrinum í dag vóru nógv fólk til mótmælistiltakið »Black Lives Matter – eisini í Føroyum«.

Tiltakið byrjaði í uppi á Vaglinum og í Løgtingsgarðinum, har Marianna Winther Nagata, fyrireikaði, bjóðaði vælkomin. Síðani fór mótmælisgongan niðan gjøgnum Niels Finsensgøtu, tvørtur um Steinagøtu og oman aftur gjøgnum Tórsgøtu til tiltakið í Perlutúni millum Reinsaríið og Miðlahúsið.

Har helt songkvinnan úr Vestmanna, Jasmin Moto, røðu, har hon greiddi frá gerandisrasismu í Føroyum – um upplivingar, sum hon hevði havt í uppvøkstrinum, sum hon fegin vildi verið fyri uttan, og sum hon ikki ynskti fyri síni børn.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##