Nógv fólk til flaggdagshald

Tað var nógv savnað saman á Vaglinum til flaggdagshald í dag.

Tað byrjaði sum vanligt við at marsjerað varð oman á vagli við skótunum á odda, og síðani spældi Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri flaggdagshaldinum.

Heini Davidsen helt síðani flaggdagsrøðuna, áðrenn meginparturin av fólkinum gørdi eitt rend oman í Tórsgøtu at síggja allar veteranbilarnar, ið har stóðu.

Seint seinnapartin var sum á ólavsøku í Tórsgøtu í tí frálíka veðrinum (sí annars myndarøð aðrastaðni á Portalinum).