Umframt alt virksemið kring býin í sambandi við nógva ferðafólkið, so vóru eisini nógv fólk til arbeiðis á sjálvum tiltakinum, eitt nú vóru 300 trygdarvøðrar í Bellacentrinum, meðan 106 bilførarar koyrdu limosinurnar við teimum kendu kring býin bert fyri at nevna tvey tøl. Men sjálv fyrireikingin kravdi sanniliga eisini nógva orku, í 10 dagar arbeiddi eitt lið av 500 fólkum við at gera Bellasentrið og Ráðhúsplássið til reiðar til veitsluna, og sama lið brúkti 48 tímar, at rudda upp eftir showið. 48 tímar eftir skuldi alt vera tikið niður og pakkað.