Heðin Mortensen hevði heili átta embætisfólk við sær til borgarafund í Nólsoy í kvøld, og skráin var eisini rættiliga umfatandi.
14 punkt vóru á skránni, umframt Ymiskt, sum nam við eini trý onnur emni.
Skráin var so umfatandi sum vetrarfriðing sum fekk nógva umrøðu umvegis byggiskipan til ferðsluskipan.
Fundarfólkið gekk óvæntað nógv upp í, hvussu ferðslan skuldi skipast í Nólsoy, heilt frá hvussu skjótt kundi koyrast, til hvar parkerast skuldi.
Á fundinum greiddi Bjarti Thomsen eisini frá vindmylluætlanini í Nólsoy, og hvussu langt hendan er komin.
Umleið 50 nólsoyingar vóru møttir, og fundurin var bæði konstruktivur og siðiligur.
Borgarstjórin lovaði at taka tey mál, ið nólsoyingar vildu hava viðgjørd, við sær aftur til Havnar og býráðið.
Fundurin byrjaði klokkan 19.30 og var ikki liðugur fyrr enn beint fyri klokkan 22.