Nógv fólk men friðarligt kortini

Ein rúgva av fólkum var í býnum um vikuskiftið, sum tó var rímiliga friðarligt, verður sagt av løgreglustøðini, har tey vita um eitt sjáldsamt harðskapsmál við einum hártrimmara

Nógvar fráboðanir um tónleik, sum verður spældur ov hart, vitna um, at ungdómurin hevur hildið nógvar veitslur í høvuðsstaðnum um vikuskiftið. Harnæst koma øll brúdleypini, sum vóru leygarkvøldið 7/7-07 og tað setti futt í kvøldið og náttina við.


Tveir brandar

Eisini vóru tvær eldfráboðanir um vikuskiftið. Tann fyrra fríggjakvøldið í Havn, har ein grýta kókaði turr. Talan gjørdist tó bert um roykskaða. Verri var í Lamba, har eldur kom í eini gomul sethús har eini hjún við tveimum børnum búðu, og alt innaní brann.


Hýruvognsførari koyrdi 128km/t

Ferðslupolitiið var eisini úti um vikuskiftið, og teir steðgaðu einum ávirkaðum bilførara, umframt at tveir vórðu tiknir fyri at koyra alt ov skjótt – 128 og 134 km/t koyrdu teir.

Tann, sum koyrdi 128 km/t var hýruvognsførari. Hann fær treytaða frádøming av koyrikortinum, tí hann var máldur beint undir teir 50 km/t omanfyri 80 km/t, sum geva treytaleysa frádøming. Tað fekk hin bilførarin, sum varð máldur at koyra 134 km/t.

Í Suðuroynni var eitt ferðsluóhapp, har ein bilur í Hvalbiartunlinum fór rættiliga illa. Av onkrari ókendari orsøk endaði bilurin á takinum inni í tunlinum, men bilførarin slapp við minni snuddum. Av tí, at Hvalbiartunnilin er so smalur, mátti bilurin sleipast út eftir takinum, meðan bilførarin sjálvur gekk út.


Harðskapur við hártrimmara

Eisini okkurt harðskapsmál hevur verið. Bæði av Strondum, har stevna var, og av Tvøroyri kom onkur fráboðan, umframt eina einstaka í Havn. Av hesum var ein nokkso sjáldsom fráboðan.

Í einum balli høvdu onkrir unglingar stuttleika sær við at trimma ein avdotnan mann. Hesin, sum var síðhærdur, vaknar og sær at hann er púra skallutur í støðum, og tað heldur hann ikki vera stuttligt. Tí fer hann til løgregluna fyri at melda tilburðin.

Løgreglan sigur í morgun, at eisini hetta verður bólkað sum harðskapur, men tá teir greiddu manninum frá avleiðingunum, tað kundi fáa fyri ungu dreingirnar, sum í spølni høvdu verið dekan ov ólátaðir, valdi hann fyribils ikki at melda dreingirnar, men at umhugsa støðuna.