Hóast himinin ikki hevur verið bláur, og Klaksvíkin soleiðis er spard fyri sólina í dag, hevur Føroya Sjómannadagur í Klaksvík verið lýggjur. Tað hevur ælað viðhvørt, men ongantíð so ógvusligt, at tað hevur bilað.
Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, sigur, at rættiliga nógv fólk hevur verið til ymisku tiltøkini í allan dag.
- Fólk eru komin úr øllum heraðshornum, heilt úr Suðuroy, Sandoy, Vágum og Tórshavn - og nógv eru komin úr Eysturoynni. Gott lag er á fólki, og fólk eru sera væl nøgd við umstøðurnar kring Føroya Sjómannadagin, leggur hann aftrat.
Mentanarleiðarin sigur, at hann hitti ein eldri mann av Sandi, sum oftani hevur ætlað sær á Føroya Sjómannadag.
- Hetta var fyrsta ferðin, at hann hevði verið her. Hann var ógvuliga fegin um at hava tikið seg saman at koma til Klaksvíkar. Hann segði seg hava notið hvørja løtu væl og hevði hitt nógv fólk, hann ikki hevði sæð í longri tíð.
Dávur Winther heldur, at dagurin í Klaksvík hevur verið sera væl eydnaður - og ikki minst hevur dagurin verið sera væl vitjaður av fólki úr øllum landinum.
- Hetta sást eisini aftur í teimum mongu handilsstøðunum í Klaksvík í dag - og tó at vegirnir vóru væl fyltir við bilum, gekk ferðslan hóvliga og væl, sigur hann.
Tað er Dávur Winther, sum hevur tikið viðheftu myndirnar.