Fyri eini lítlari løtu síðani mistu ein partur av føroyingum streymin. Jón Nielsen, rakstrarleiðari hjá Sev, sigur, at tað er í linjuni ímillum Sundsverkið og Havnina, at kaðalar hava sligið saman.
Streymurin er farin á Sandoy, í Suðurstreymoy og í Runavíkarøkinum og nú verður arbeitt upp á at fáa tað í rættlag aftur. Streymurin fór eisini í einum parti av Klaksvík.
Hann sigur, at veðrið er ringt, men at tey vænta at fáa loyst trupulleikan við pultin, og tey eru í ferð við at kopla um í løtuni.
Hann væntar, at sandoyingar fáa streymin aftur um eitt korter, ella so, og at restin fær streymin aftur um ein tíma, ella so.
– Vanliga tekur tað eina hálvan til ein tíma at loysa tekniskar trupulleikar av hesum slagi, leggur hann afturat.