Nógv fólk á harmonikutúr

Higartil hava 450 fólk keypt ferðaseðil til árliga harmonikutúrin, sum Smyril Line skipar fyri

Tey av Kamarinum, Spælimenninir úr Nólsoy, Knarkar, Debes Danberg, ein norsk spælimans duo og Regin og Tommy. Tað eru nøvnini, sum Smyril Line lýsir við í sambandi við harmonikutúrin, sum verður næsta mánadag.

Jákup Sverri Kass, marknaðareleiðari hjá Smyril Line, sigur, at higartil hava 450 fólk keypt ferðaseðil til harmonikutúrin, og tað metir hann er gott.

Alt omanfyri 350 er gott, sigur Jákup Sverri Kass.

Til countrytúrin, sum Smyril Line skipaði fyri í juni mánað, vóru 300 fólk við, og tað var mett nøktandi.

Annars hevur Norröna nakrar sertúrar á skránni.

Vit gera ein jólatúr til Skotlands. Enn er ikki endaliga avgjørt, hvar í Skotlandi vit leggja at, men tað liggur fast, at túrurin verður av Havnini mánadagin 24. november fyrrapart, og komið verður aftur á Havnina hósdagin 27. november. Norröna liggur í Skotlandi hálvanannan dag.

Somuleiðis skipar Smyril Line fyri ferð til Danmarkar í heystfrítíðini, og tað er fyrst og fremst í samstarvi við Danland.

Hartil verður eisini skipað fyri skíðferðum til Noregi, til Voss og Hemadal, frá november til mars.