Nógv fólk á djóradegi í Havnardali

Hetta vikuskiftið hevur Føroya Ríðingafelag djóradag í Havnardali og har vóru eini 2000 fólk í gjár og tað verður ikki minni í dag Djóradagarnir hjá Føroya Ríðingafelag plagdi at vera vælumtóktir og djóradagurin í ár er nú í dýrdarveðrinum hetta vikuskiftið.

Tiltakið byrjaði í gjár og har vóru eini 2000 fólk og hugnaðu sær í gjár.

Í dag er veðrið enn betri, tí lotið er lýggjari, so tey vænta minst 2000 fólk afturat í dag.

Í Havnardali eru alskyns dýr at síggja, heilt frá rottum, umvegis høsnarungar og annan flogfenað, heilt til kálvar og ross.

Men umframt tað eru ymisk tiltøk, eitt nú hoppiborg, ringreið, mekaniskur rodeo-tarvur, trampolin og og annað.

Seinnapartin í dag hevur hundaframsýning verið og nú byrjar so tað tiltakið, sum er best umtókt av øllum og tað er tá ið børnini sleppa ein ríðitúr.

Men tað verður eisini ríðiframsýning, áðrenn djóradagurin letur aftur klokkan 18 dag.

Peningurin, sum kemur inn, verður brúktur til íkast til raksturin hjá Føroya Ríðingafelag